Frá stríðsárunum (2:15)
Post Date: 19/08/2020
Týski flogskiparin og manning hansara, sum bjargaðu sær úr flogfarinum, ið datt niður á Gøtuvík.
Um hendingar í Føroyum undir øðrum heimsbardaga.
Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.
Sagt verður frá krígstilbúgving og siglingini summarið 1940. “Aldan” hvørvur á leiðini til Aberdeen. Kavbátur søkkir “Union Jack”. “Cheerful” minuspreingist og fimm mans lata lív. “Tór” fær minu í troli og søkkur. Sverri Dahl greiðir frá álopi á Havnina, tá tvær torpetir bresta í Sandágerði. Flogfør ger um seg í Hoyvík og særir Olaf Mohr. Zakaris á Argjaboða greiðir frá, tá “Lincoln City” bleiv bumbaður og søktur á redini í Havn. Leon Joensen greiðir frá, tá týski flúgvari misti flogið og neyðlendi á Gøtuvík, og Dánjal Nielsen sigur frá, tá hann kavaði niður á sokna flogfarið fyri at bjarga tí.