Feigdarboð úr Kanada (1:2)

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Ljóðmynd um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal í 1921.

Vøkru myndina av Heina Restorff Heinesen hevur listamaðurin Anker Eli Petersen evnað til.

Hoyr fyrru sendingina her.

Fyrri partur av ljóðmyndini um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal í 1921. Fimm ár seinni kom hann aftur í kistu.

Heini var beiggi William Heinesen, og William lýsti lívsleið hansara fyri vinmanninum Jørgen Frants Jacobsen soleiðis, sum hon kom til sjóndar í brævaskiftið, hann hevði við  beiggja sín. meðan hann var í Kanada.

Í fyrra parti hoyra vit um fráferðina úr Keypmannahavn, komuna til Halifax og ferðina til Alberta, har hann arbeiddi sum húskallur. Hann ferðast eisini um Rocky Mountains til býin Vancouver, har veðrið er lagaligari, men eisini har lúra vandarnir.

Magni Arge legði til rættis og týddi burturúr brævasavninum “Vinaliga”, og lesur saman við Hans Tórgarð og Suna Merkisstein.  Niclas Johannesen smíðaði eyðkennislagið til ljóðmyndina og Sámal Jákup Jacobsen stóð fyri upptøku og ljóðblandi.

Vælkomin at deila