Feigdarboð úr Kanada (2:2)

Bólkur: Sendingar

Ljóðmynd um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal í 1921.

Vøkru myndina av Heina Restorff Heinesen hevur listamaðurin Anker Eli Petersen evnað til.

Hoyr seinnu sendingina her.

Seinni partur av ljóðmyndini um lagnuna hjá Heina Restorff Heinesen, sum fór í útrás til Kanada einans 19 ára gamal í 1921. Fimm ár seinni kom hann aftur í kistu.

Heini var beiggi William Heinesen, og William lýsti lívsleið hansara fyri vinmanninum Jørgen Frants Jacobsen soleiðis, sum hon kom til sjóndar í brævaskiftið, hann hevði við  beiggja sín. meðan hann var í Kanada.

Í seinna parti fer Heini vallandi sum blindur passaserur við toki inn í landið og tekur upp starv sum skóghøggari. Um veturin er bítandi kalt, um summarið brennandi heitt. Honum dámar í Amerika, men fer so smátt at leingjast heim. Men sjúka fer illa við honum, og heima stúra tey fyri gongdini.

Magni Arge legði til rættis og týddi burturúr brævasavninum “Vinaliga”, og lesur saman við Hans Tórgarð og Suna Merkisstein.  Niclas Johannesen smíðaði eyðkennislagið til ljóðmyndina og Sámal Jákup Jacobsen stóð fyri upptøku og ljóðblandi.

Vælkomin at deila