Marin Norðbø: – Tað var gott at vera tann, ið kundi hjálpa

Bólkur: Annað

Í 1965 hitti Niels Juel Arge Marina Norðbø (í Klingruni) til eitt prát. Hon gjørdist jarðarmóðir í 1899 og var 87 ára gomul, tá samrøðan varð gjørd og send. Marin doyði 96 ára gomul í 1974. Hon var mamma tann navnframa Dánjal Í Klingruni, sum Niels Juel gjørdi fimm sendingar við í 1977

Mynd: Hesa myndina av jarðarmóðurini hjá songarkonu, tók Sofus Poulsen í Skúgvi í 1932. Á songini liggur kona hansara Valgerður Poulsen (Valla í Horni) (1891-1956). Marin í Klingruni situr við soninum Vagni í fanginum, sum var fimta og yngsta barn hennara. Kelda: Kvørnin.

Marin varð fødd Ellendersen í Hvalba í 1878 og fór 15 ára gomul til Sands at hjálpa í húsinum hjá mammusystur síni, sum var Útistovudóttir úr Skúvoy. Har varð hon verandi, til hon fór at læra til jarðarmóðir í 1898. Tá hon kom heim í 1899, tók hon við sum jarðamóðir í Skopun og á Sandi og virkaði í starvinum í 41 ár.

Hon giftist Jógvani í Klingruni Norðbø á Sandi, og tey fingu fimm børn: Dánjal, Einar, Sigrid, Jógvan og Malla.

Í samrøðuni sigur Marin frá tilgongdini, tá hon fekk í boði at fara til Danmarkar at læra til jarðarmóðir, og um tíðina, tá hon lærdi á skúlanum í Keypmannahavn.

Marin sigur frá ymsum hendingum, henni var fyri. Hon lá veðurføst í Skúvoy saman við bæði lækna og Evensen presti, tá jarðarmóðirin Greta í Bakkanum skuldi eiga fyrst í farnu øld.

Marin sigur eisini frá eini ódnarnátt í januar 1906, tá Groth Nolsøe og Rudolf í Kárastovu leiddu og bóru hana um áir og fjøll av Sandi til Dals, har ein kona var komin til at eiga. Hon og Evensen prestur vóru eisini eina ferð einum lækna til hjálpar, tá hann mátti amputera ein part av hondini hjá Jógvan Joensen, 1877-1907, í Skopun.

Hon sigur somuleiðis frá eini seinnu ferð, tá skúvoyingar komu til Sands at fáa hana út til Gretu í Bakkanum. Skúvoyingar settu hana niður millum bekkirnar, so hon ikki sá, hvussu illa sjógvað tað var. Burðurin var nokk so tungur, men Greta kom væl frá tí við Marinar hjálp.

Samrøðan er eitt sermerkt skjal um eina tíð, ið langt síðan er farin.

 

Samrøðan varð eisini skrivað sum grein.

Vælkomin at deila