Á stórhvalaveiðu við Sumba
Sendingin er millum tær elstu reportasjurnar hjá Kringvarpinum og er frá 1957. Niels Juel var ein túr við hvalabátinum, Sumba, og sigur sera livandi frá, tá teir skjóta hvalin, og tí, sum annars fer fram. Fyrst í sendingini hevur Øssur Egholm samrøðu við Marius Rein um, hvussu Niels Juel arbeiddi
Marius sigur m.a., at Niels Juel var meinkunnugur við stórhvalaveiðu, tí pápi hansara, Óli, hevði verið virkin í vinnuni.
Sjey hvalastøðir vórðu bygdar í Føroyum frá 1894 til 1905. Tær vóru á Gjánoyri, í Lopra, Selvík, Norðdepli, á Signabø, í Funningsfirði og við Áir.
Hvalastøðin við Áir frá 1905 er tann einasta, sum er varðveitt. Hon er og verður endurbygd, sum hon sá út í 1958 – sama mundið, sum tá sendingin varð gjørd.
Hans Albert Grøn, skipari, var í 1894 fyrsti norðmaðurin at fara undir stórhvalaveiðu í Føroyum. Tá kom eisini fyrsta uppskot um stórhvalaveiðu í Føroyum á tingborð.
Fitt av peningi kom inn bæði í amtsgrunn og ríkiskassa av hvalaveiðuni, og nakað nógv varð sett av til vegagerð fyrst í 20. øld. Stórhvalaveiðan helt uppat miðskeiðis í 1980’unum.