Stríðsárini (4:6) – Millum minur og kavbátar
Post Date: 19/08/2020
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Hetta heitið á fjórðu bókini lýsir ógvuliga væl ta støðu, sum føroyingar vóru í árini 1942 og 1943.
Flotin sigldi millum kavbátar og minur, hvar hann kom, og heimafólkið visti ongantíð, nær ein mina brast fyri durunum. Fleiri vóru familjurnar, sum gjørdust heimleysar eina tíð, tí húsini fóru av minuspronging.
Yvir undir canadastrondini sá manningin á skonnartini “Mjóanes” í kanónmúlan á tí fyrsta kavbátinum, sum fór vestur hagar at søkkja skip, men hann skjeyt ikki.
Týskir kavbátar søktu teir báðar trolararnar “Nýggjaberg” úr Miðvági og “Tór II” úr Havn. “Nýggjaberg” fór við mann og mús, tá kavbátaskiparin Degen skjeyt hann niður sunnanfyri Ísland, og bert tríggir mans bjargaðust av “Tóri II”, tá ein annar kavbátur skjeyt hann niður.