Stríðsárini (3:6) – Føroyar bumbaðar

Bólkur: Bøkur

Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Størsti vandin, sum føroyingar vóru í undir krígnum, var á sjónum, men tað var ikki vandaleyst at vera á landi. Hendan triðja bókin viðger hendingar, sum føroyingum var fyri seinna hálvár 1941.

Hetta heystið lúrdi eisini vandin á sjónum, og vit mistu bæði skip og mannalív, men bókin hevur fingið heitið “Føroyar bumbaðar”. Og tað kemst ikki av ongum.

So at siga hvønn dag vóru týskir flúgvarar at síggja og hoyra í Føroyum. Luftalarmur var í heilum og boðað varð um alt landið frá flúgvarum, sum ikki smæddust at tveita bumbur og skjóta við maskinbyrsum.

Fremstu mál teirra mundu vera skip, bæði føroysk og bretsk, bryggjur, oljugoymslur og vitar, men teir raktu eisini annað.

Vælkomin at deila