Á Norðhavinum við Ørvi í 1958
Post Date: 20/02/2024
Nies Juel Arge reikaði runt um landið, og var á hvalaveiði, í kolanámi og fór eisini til útróðrar við fiskiklógvini Poul Jakki Olsen umborð á “Ørnini”. Sendingin var send 16. Apríl 1958, so helst hevur tað verið tíðliga hetta várið, sendingin varð tikin upp. Tá gleddu menn seg til at fiskimarkið varð flutt út um 3. fjórðingar, so russisku skipini ikki fløktu seg upp í seturnar hjá útróðrarbátunum.