Reportasja frá jomfrútúrinum við Másanum í 1959
Lítli bátur tekur fólk og vøru umborð við Skoragjógv á Kirkju, meðan Másin bíðar uttanfyri. Myndin er frá fyrst í sekstiárunum.
Hóast útvarpið var ein ungur miðil í 1959, so megnaði tey eisini tá at mála hugtakandi ljóðmyndir við reportasjum og samrøðum á bryggjukanti, umborð á skipi, í árabáti og við lendingarnar.
Ljóðmyndin ”Á jomfrútúri við ”Másanum” byggir á tvær reportasjur úr bandasavninum hjá útvarpinum, sum Niels Juel Arge gjørdi á heysti í 1959. Onnur frá hátíðarhaldi á Skipasmiðjuni í Havn, tá ”Másin” fór av bakkastokki, og hin frá jomfrútúrinum av Klaksvík, norður um Múlan og út til Fugloyar.
Vit hoyra Bjarmu Niclasen doypa ”Másan” og Kjartan Mohr fegnast um, at føroyingar byggja skip í Føroyum.
Umframt ferðafólk umborð hittir reportarin á jomfrútúrinum skiparan Fríðrik Heinesen, fólk á lendingunum í Haraldssundi, i Múla, undir Leiti við Viðareiði, í Norðdepli, í Hvannasundi, á Eiðinum í Svínoy og norðuri í Vági í Fugloy.
Tað var stórhending at fáa nýtt skip á farleiðina til bygdirnar Eystan Múla, men var tað nóg mikið? Tann spurningin spurdi reportarin eisini tá.
Magni Arge legði sendingina til rættis, og Rúni Eysturlíð stóð fyri tí tekniska.