Frá stríðsárunum (15:15)
Hans Jacob Matras (1897 – 1973) á Brekkumørk var minuskjútti undir krígnum og gekk eisini vakt á fjøllunum á Viðoynni at síggja skip, sum nærkaðust Føroyum. Hann greiðir eisini frá eygleiðingum av Viðoynni, tá jólaskipið gekk burtur.
Henry Mellemgaard (1910 – 1990) greiddi frá, hvussu hann upplivdi tað úr Svínoy, tá jólaskipið “Sauternes” gekk burtur.
“Sauternes” var bygd í Fraklandi í 1922 og sakk í Fugloyarfirði 7. Desember 1941, meðan fólk á landi hjálparleys hugdu at. Tað var ódnarveður og ikki hugsingur um at seta bát út. Øll 25 fólkini umborð doyðu. Kaj Simonsen av Kirkju greiðir frá, hvussu hann upplivdi dagin úri í Fugloy,
Jólaskipið gekk burtur
Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981
Tað var stór vanlukka, tá jólaskipið “Sauterness” fórst í Fugloyarfirði og 25 fólk druknaðu. Tríggir frásøgumenn siga frá tilburðinum, so sum teir upplivdu hann. Tað var ódn í brimi, tá skipið kom rekandi inn millum oyggjarnar. Tí var ikki hugsingur um skjóta bát, og fólki á landi hugdu tí hjálparleys at sorgarleikinum í fjørðinum. Hans Jacob Matras á Viðareiði greiddi frá í 1971 (14 – 16 minutt) , Kaj Simonsen av Kirkju (17 – 23) og Henry Mellemgaard úr Svínoy (23 – 26 minutt).
Hans Jákup á Brekkumørk sigur eisini frá hvussu viðingar – sjálvbodnir og óløntir – gingu og hildu vakt á fjøllunum at síggja skip, sum nærkaðust Føroyum. Hans Jákup var eisini minuskjútti og søkti 68 minur undir krígnum (32 – 41 minutt).
Sagt verður frá álopum og virksemi á lofti, sjógvi og á landi við ársenda í 1941. Ismar Joensen var við “Smirli” sum ferðamaður, tá hann var álopin 2. December 1941 ( 1 – 13 minutt). Tingakrossur bleiv sensureraður, og útgávan steðgað í ein heilan mánað.
Tað kom illa við hjá føroyingum, tá bretar og íslendingar royndu at umskipa fiskasølu og fiskaflutning úr Íslandi, ið munandi skerdi atgongdina hjá føroyingunum at sigla við fiski. Steðgaði tann siglingin upp, so var lítið og onki arbeiði til fiskimenn yvirhøvur. Átakið hepnaðist ikki væl, so føroyingar hildu kortini fram at flyta fisk úr Íslandi, eins og teir høvdu gjørt alt árið 1941 meðan íslendski flotin lá fyri kríggsvanda. Føroyingar fluttu so at siga hvønn stert úr Íslandi til Bretlands árið 1941.