– Vit vita ikki, um Føroyar verða bumbaðar

Bólkur: Annað

Í brævi tann 25. apríl 1940 sæst, at bretska herleiðslan beint eftir hersetingina í Føroyum visti ikki, um oyggjarnar fóru at verða bumbaðar, og um útbúnaður var tøkur at bøta um avleiðingarnar av álopum. Brævið sæst í krígsdagbók hjá bretska herflotamálaráðnum á www.nielsjuel.fo

Krígsdagbøkurnar styðjaði Niels Juel Arge seg til, tá hann skrivaði bøkurnar um Stríðsárini 1-6, og tær eru nú almennar á www.nielsjuel.fo, har tilfar hansara er savnað.

Mong eru brøvini í hesum dagbókum, og í einum brævi 25. apríl 1940 – sama dag, sum kunngjørt varð, at føroysk skip skuldu sigla við Merkinum – skrivar A. Johnston hjá Foreign Office í London til Major Fueller í Føroyum, at The Civil Defense Committee hevur biðið øll aðalráð kanna, hvat krevst at verja Føroyar.

“Foreign Office heldur, at vit eiga at gera alt, sum krevst, og vit eiga at fara við Føroyum sum við oyggjunum í Ermasundi ella Isle of Man. Gera vit hetta, mugu myndugleikarnir á staðnum endurrinda ta útgerð, vit veita. Vit vita ikki, um hetta er møguligt, men tað má kannast, áðrenn vit taka málið upp við fíggjarmálaráðið,” skrivar A. Johnston.

Hann sigur eisini, at hult er í myrkri fyri Foreign Office, um vandi er fyri bumbuálopum í Føroyum, og um útbúnaður finst í oyggjunum at bøta um avleiðingarnar av álopum.

“Herflotin er uttan iva førur fyri at meta um álopsvandan, og er niðurstøðan, at vandi er fyri álopum, hevði tað glett okkum, um flotayvirmaðurin kundi sagt okkum, hvør útgerð krevst,” skrivar Johnston.

Hann spyr nágreiniliga, hvussu stendur til við sjúkrahúsum í Føroyum, hvussu er við møguleikum at sløkkja eld, og um tørvur er á bumbuskýlum í teimum størstu býunum. Johnston undirstrikar, at fyribils kannar hann málið, og at tann fíggjarligi spurningurin er óavgreiddur.

Bretar umrøddu eisini, hvussu stóð til við mati í Føroyum, og hvussu leingi nóg mikið av mati var á goymslu. Hetta sæst í øðrum brøvum í krígsdagbókunum. Forsýningar av eisini tí slagnum kendu teir ábyrgd av at veita.

Sama dag, sum nevnda bræv varð skrivað, bar bretski konsulin í Føroyum, Frederik Mason, amtmanninum tey boð, at føroysk skip skuldu merkjast við føroyska flagginum á skipssíðunum.

Seinni um kvøldið bar BBC so tíðindini, og síðan hevur 25. apríl verið flaggdagur Føroya.

Føroyar vórðu ofta bumbaðar undir krígnum, skuldi vísa seg. Um hetta kann lesast í teimum seks bókunum um stríðsárini. Triðja bind kallast “Føroyar bumbaðar”.

Vælkomin at deila