Tarvadystur í Malaga
Í 1966 vóru Niels Juel Arge og konan, Petra, ein túr í Spania. Har gjørdu tey av at fara til tarvadyst. Bandupptakarin var sum vera man við, og Niels Juel setti sær fyri at útvarpa dystin millum tarv og matadorar og picadorar við knívum og lansum. Burtur úr tí kom hendan minniliga frásøgnin
Petra sigur í sjónvarpssendindini hjá Suna Merkistein og Hans Peturi Hansen um Niels Juel, at hitin var nógvur hendan dagin. Meðan Niels Juel útvarpar, verður hann nakað heitur og má seta seg. Men á staðnum seldu tey ís, sum fólk kundu svala sær á við, og tann ídni reportarin kom fyri seg, tá hann hevði lagt ís á ennið.
– Nú loypur hann til og stingur tarvin í ryggin, men tarvurin er ikki deyður, sigur Niels Juel m.a. við spentari rødd í frásøgnini.
Niels Juel hevði frammanundan sett sjøtul á at útvarpa fótbólt og kappróður í útvarpinum. Sum tað hoyrist, er løtan í Malaga mangan hádramatisk sum ein kappleikur.
Fyrst í sendingini greiðir Niels Juel frá upprunanum til tarvadystir í Spania.
https://www.facebook.com/media/set/?vanity=nielsjuel.fo&set=a.112671473888584