Tá havnarmenn bjargaðu ”Fortunu”

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Norska skipið ”Fortuna” hevði rikið fyri vág og vind í fleiri dagar, tá tað eydnaðist havnarmonnum at koma sær umborð  í ódnarveðri sunnanfyri Borðuna í januar 1913. Teir bjargaðu skipinum, men verjuskipið ”Beskytteren” fekk allan heiðurin, hóast teir ikki komu uppí leikin fyrr enn skipið var tryggjað.

Brøðurnir Rubek Rubeksen (1888 – 1976) og Hendrik Rubeksen (1886-1982) hjá Mouritsi vóru við til at bjarga norska  ”Fortunu”. Rubek hevði deksbátin ”Bjarna” undir hond, og Hendrik fór saman við Christian í Árnafirði umborð á ”Fortunu”.

Niels Juel Arge hittir Rubek Rubeksen

Sendingin er frá 1960

Hoyr sendingina her.

Tað var stormur av landsynningi mánadagin 13. januar 1913, tá fólk bóru eyga við eina bark suður av Borðuni, sum tóktist verða í neyð.  Nólsoyingar róðu til Havnar í hóast ódnarveður at boða frá, men”Beskytteren”, sum lá á redini helt seg ikki til at fara út í vána líkindunum.

Tá mannaðu brøðurnir Rubek og Hendrik hjá Mouritsi deksbátin ”Bjarna”, og fingu við sær systkinabarnið Óla hjá Essa, svágin Christian í Árnafirði og Sofus hjá Linu og hildu so út gjøgnum fjørðin.

Umborð á norsku stálbarkini ”Fortuna” stóð illa til. Hon hevði mist róðrið, stórmasturin brotin, seglini skrødd, provianturin spiltur, og menn lúgvaðir.

Havnarmenninir løgdu nógv fyri i ódnarveðrinum og fingu sett fólk umborð. Teir fingu róðurgreiðurnar at rigga, og settu segl upp á fokkumastrina og fingu so frætt av ferð á, at hon kundi stýrast.

Øll manningin kom frá tí við lívinum, men skipið varð vrak. ”Beskytteren” tók sær allan heiðurin av skipabjargingini og tað endaði við hørðum stríðið um hetta. Danski staturin beyð sær til endan at lata havnarmonnunum bjargingarlønina hjá ”Beskytteren”, men teir vildu ikki hava olmussu. Teir ynsktu bara, at sanna søgan um bjargingina kom fram.

Rubek Rubeksen fortaldi søguna, tá Niels Juel støkk inn á gólvið hjá honum í 1960.

Vælkomin at deila