Stríðsárini (5:6) – Skansi í Atlantshavi
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Móti sumri 1942 kom gongd á ætlanirnar hjá bretsku stjórnini at byggja ein skansa til Royal Air Force í Føroyum. Í hesi fimtu bókini verður m.a. greitt frá tí stóru hernaðarætlanini í Vágum.
Sendir vóru einir 5000 mans úr Onglandi at luttaka í byggiarbeiðnum, og Vágar vóru hernaðarøki burturav, hagar ikki slapts uttan serligt pass.
Tann civila verjan í Føroyum elvdi til mangt stríðið. Hersetingarmyndugleikarnir kravdu, at amtmaðurin rak fútan Niels Westerby úr starvi.
Royndirnar at stovna eina nýggja skrivstovu at taka sær av civilverjuni mundu farið fyri bakka á vári 1942. Tá var talað um at deportera Thorstein Petersen til Onglands, og censururin bannaði Dagblaðnum.
Eina ferð føroyingar skuldu fara uppí eina heimavernd at manna kanónir, var eisini spilt í. Fólk úr felagnum “Frit Danmark” var til reiðar, men tað fall ikki í góða jørð alla staðni.
Føroyski búskapurin reið á teimum góðu ísfiskasølunum í Onglandi, hóast tað bæði var vandamikið eydnuspæl at keypa fisk í Íslandi fyri egna rokning, og sigla hann gjøgnum vandaleið til marknað.
Í 1942 fóru nógv skip aftur til fiskiskap og menn fóru at rigga sær skipini um til trol. Nýggj skip fingust ikki, men avlagdar dangur vórðu tiknar aftur í flotan, og tingið legði ætlanir um at byggja skip og bátar á hvørjari vík.