Ódnardagurin mikli í Svínoy

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Ódnardagurin mikli róptu svínoyingar hin 12. februar 1943. Tá brast ein ódnarstormur bráddliga á, meðan fýra opnir bátar vóru á útróðri í Miðhavinum og vunnu ikki upp land.

Í bandasavninum hjá útvarpinum eru tvær samrøður, sum Niels Juel Arge í 1959 gjørdi við menn, sum vóru á Miðhavinum hendan dagin, og tær eru bulurin í dokumentarisku ljóðmyndini um ódnardagin.

Vit hoyra Jóanes Joensen, bónda  í Heimistovu, siga frá støðuni umborð á eina seksmannafarinum, og Mattias Petersen greiðir frá, hvussu deksbáturin Nekkur royndi at koma til hjálpar.

Sendingin lýsir bæði ótta og vón hjá bátsmanningum og heimafólki, tá stormur og øsandi alda bjóðaðu teimum av.

Magni Arge leggur til rættis

 Hoyr sendingina her.

Vælkomin at deila