Niels Juel Arge 100 ár
Niels Juel Arge, f. 20. august 1920, var útvarpsstjóri í 30 ár. Sjálvur tók hann lut í øllum møguligum sendingum frá ítróttakappingum til siðsøguligar samrøður og sendingar. Hann stóð á odda fyri væl umtóktu V4-sendingunum runt um oyggjarnar. Jú, bandgoymslan hjá kringvarpinum er á tremur við sendingum, sum Niels Juel stjórnaði og greiddi úr hondum.
Hann var við í myndablaðnum Eygað, sum kom út árini 1972-1976. Har skrivaði hann søguligar og siðsøguligar greinir. Árini frá 1978 til sín deyð 5. mars í 1995 gav hann í meðal eina bók út um árið. Kendastar eru røðirnar “Stríðsárini 1940-45” í seks bindum og “Teir sigldu úti” í fimm bindum, sum vóru bestseljarar á hvørjum ári.
Niels Juel var sonur yngra Óla Arge av Argjum og Mallu Johannesen av Bakkanum í Vestmanna. Hann tók fyrst realprógv og síðan studentsprógv í Havn. Í 1945 giftist hann Petru Gregersen úr Syðrugøtu, og árið eftir settu tey búgv á Tinghúsvegnum. Børnini gjørdust fimm í tali, Jórun, Jógvan, Ólavur, Suffía og Magni. Abbabørnini eru 13 í tali, og fyrsta langabbabarnið kom í 1994. Petra, 97, er síðan eisini vorðin olduromma.
Sum studentur var Niels Juel við í leikinum í havnargøtum í 1940 um Merkið og heitti í eini røðu undir tinghúsinum á fólk um altíð at minnast, at 25. apríl var flaggdagur Føroya.
Niels Juel var ítróttamaður. Málmaður í HB frá 1935 til 1942. Næstformaður í HB og í Ítróttasambandi Føroya. Formaður í Tórshavnar Ítróttaráð og Havnar Róðrarfelag og limur í stadionnevndini. Niels Juel sat í Tórshavnar býráð 1949-1952 og var næstformaður hesi trý árini. Hann var eisini formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd frá 1976 til 1993.
Úr Íslandi til Klaksvíkar og Mykinesar
Heystið 1940 fór Niels Juel til Reykjavíkar at lesa søgu, men har var bert lærustovnur í íslendskari søgu. Á jólum var hann aftur í Føroyum. Men tá hevði hann lært seg íslendskt til lítar. Heimaftur slapp hann við “Vesturfarinum”, sum tók hann umborð í Vestmannaoyggjum. Skjótt gekk leiðin til Klaksvíkar at vera læraravikarur í realskúlanum frá mars, til próvtøkan var liðug í juni 1941.
Heystið 1941 gekk leiðin til Mykinesar at vera lærari. Hann hevði tilhald uppi á Túvala. Hesa tíðina lærdi Niels Juel mangt og hvat um føroyskt bygdalív. Har upplivdi hann eisini bæði minubrestir og flogálop. Kvøldskúla hevði hann fyri ungdómum. Veðrið var ólagaligt, so hann slapp ikki avaftur oynni fyrrenn á páskum í 1942. Tá fór hann ikki vesturaftur.
Heystið 1942 fekk Niels Juel starv í Sjóvinnubankanum. Eftir kríggið keypti hann saman við farbróðrinum Bernhardi Arge og øðrum skonnartina “Glyvursnes”. Seinni keyptu teir eina aðra skonnart, sum fekk navnið “Tinganes”. “Glyvursnes” var í farmasigling, meðan “Tinganes” fleiri summur var við bátum í Grønlandi.
Eitt skifti var hann reiðari á trolaranum “Guttaberg”. Hetta virksemi steðgaði alt upp við kreppuni fyrst í fimmtiárunum, og Niels Juel koyrdi nú lastbil og buss hjá pápa sínum í nøkur ár, sum hann hevði gjørt áður.
Fólkakærur útvarpsmaður
Nú kom útvarpið í stropa. Niels Juel hevði gott eyga til hendan møguleikan, og skjótt varð hann biðin um at lesa upp. Hann legði fyri við upplestrum úr Antologiini hjá V.U. Hammershaimb, og summarið var ikki byrjað, tá landsstýrismaðurin Edward Mitens setti hann í starv.
Tey fyrstu árini arbeiddi hann saman við fyrstu starvsfólkunum Axeli Tórgarð og Hjørdis Thomsen eins og Liasi í Rættará, ið skjótt varð settur í starv at taka sær av føroyskum tíðindum.
Niels Juel ferðaðist dúgliga um landið at gera samrøður og reportasjur. Ítróttafrásøgumaður var hann frálíkur. Og væl dugdi hann at fara við fólki, sum segði frá. Sjáldan vóru lurtararnir so hugaðir, sum tá hann var í holt við sandingin Dánjal í Klingruni.
Niels Juel varð settur sum útvarpsstjóri 1. september 1960, tá Axel Tórgarð tók við prestastarvi í Kvívík. Men Axel var allar dagar útvarpinum ein trúgvur medarbeiðari, sum dugdi at gera sendingar av øllum handa slag.
Útvarpið fekk nú tveir nýggjar medarbeiðarar. Teir vóru teknikarin Marius Rein og tann musikalski fjarritarin Ívar Iversen. Skjótt fingust eisini studentaskúlanæmingar at hjálpa til. Soleiðis komu eitt nú Hans Jacob Debes, Finnbogi ísakson, Árni Absalonsen og Jógvan Arge í útvarpið. Nú varð áherðsla løgd á at fáa ungfólk at læra til journalist.
Tað var altíð meiningin, at Útvarp Føroya skuldi vera føroyskt. Hendan kósin varð hildin frá fyrsta degi og linkaði ikki við stjóraskiftinum. Niels Juel ivaðist ikki í, at tað bar til at gera gott føroyskt útvarp, sum bæði upplýsti og stuttleikaði lurtarunum. Og hann var sannførdur um, at tað fór ikki at standa á at fáa føroyskt tilfar, sjálvt um fólkatalið var lítið.
Nógv varð lagt fyri við hjálp frá eitt nú fólkunum, sum høvdu sína gongd í Havnar Sjónleikarafelag. Har vóru sjónleikarar at spæla útvarpsleikir og málfólk, sum kundu skriva og týða útvarpsleikir, eitt nú Sverri Egholm, Oskar Hermansson, Poul Arne Joensen, Georg Samuelsen, Eyðun Johannesen, Elisabeth Rasmussen o.fl. Norðuri í Kvívík sat Axel Tórgarð og týddi ein leik fyri og annan eftir. Tann størsti var um Julius Cæsar. Leikurin var í fimm pørtum í teksti, sum rímaði.
Dentur varð lagdur á at lesa føroyskar og týddar framhaldssøgur. Væl umtóktir upplesarar vóru m.a. Olivur Næss, Hans Thomsen, Jóhanna Maria Djurhuus, Margreta Næss, Laura Joensen, Einar Joensen og Marius Johannesen. Tað mesta, sum kom út á føroyskum, varð lisið, og skipað varð fyri at týða úr heimsbókmentunum. Ein tann fremsti í so máta var Hans Thomsen.
Frá smáum korum til V4
Útvarpið hevði tað strævið á Bryggjubakka tey fyrstu 10-12 árini. Manningin var lítil, pengarnir smáir og senditíðin stutt, men tað hevði lurtarar. Høvur varð lagt í blot, hvussu bøtast kundi um tær fíggjarligu umstøðurnar, sum løgting og landsstýri ikki so væl vildu hjúkla um.
Tað varð gjørt við uppskotinum um happadráttin V4 til frama fyri útvarpið sjálvt. Málið kom fyri tingið og varð samtykt. V4 byrjaði við drátti og undirhaldi tann 29. november 1969 og broytti allar umstøður.
Nú varð manningin víðkað og senditíðin økt eitt sindur í senn. Samstundis varð farið undir at fyrireika eitt útvarpshús, ið var bygt til endamálið. Tað tók sína tíð, men var endaliga liðugt í Sortudíki á sjálvum 25 ára degnum 6. februar í 1982. Útvarpið hevði longu goldið helvtina kontant, tá húsið stóð liðugt.
Tá varð ferð sett á at víðka senditíðina, men ansað varð eftir ikki at spola so avstað, at soðið bleiv ov tunt. Ein meginregla var, at helmingurin av tilfarinum var talusendingar og hin helmingurin tónleikur.
Tað kravdi sín mann at vera útvarpsstjóri. Útvarpið var ógvuliga sentralt í gerandisdegnum hjá høgum og lágum, og serliga nakrir av teimum høgu høvdu hug at illneitast og leggja fót fyri útvarpinum. Telefonin gløddi javnan á Tinghúsvegnum av mótmælum og skeldsorðum. Men tað javnaði seg sum oftast. Niels Juel var útvarpsstjóri til 1. mai 1990, tá hann fór frá fyri aldur.
Nógvar bøkur
Fyrsta bókin, sum Niels Juel Arge skrivaði, var “Argjamenn” um ættleggin av Argjum, Hólalagi í Hvalba og Kjalnesi í Kollafirði í 1978. Tvey ár seinni gav hann út flaggsøguna “Merkið”, sum hevði hansara stóra áhuga frá ungdóminum. Róðrarsøguna “Drekan” um Havnar Róðrarfelag skrivaði hann í 1982. Tá kom eisini søgan um Rock All, sum var eitt av hansara yndisevnum í útvarpinum.
Bókina um Tórshavnar Sløkkilið skrivaði hann í 1983. Sama árið kom bókin um Sjóvinnubankan í 50 ár. Í 1985 varð farið undir Stríðsárini við Hersettum oyggjum í 1985, Sigla vandasjógv í 1986, Føroyar bumbaðar í 1987, Millum minur og kavbátar í 1988, Skansi í Atlantshavi í 1989 og Kríggið endar í 1990.
Í 1985 fekk Niels Juel M. A. Jacobsen-virðislønina fyri yrkisbókmentir frá Tórshavnar kommunu.
Í 1987 kom eisini bókin “Fólk í Havn” um havnarfólk og fólk av bygd, sum búsettust í Havn. Árini 1991-1995 komu út tær fimm bøkurnar í røðini “Teir sigldu úti” um allar teir mongu føroyingarnar, sum sigldu úti í verðini undir krígnum. Hetta bókaverk avdúkaði, at føroyskir sjómenn høvdu verið um allan heim hesi ringu árini, og mangan var onkur føroyingar har, sum harðast leikaði á.
Nógvar av bókunum vórðu seldar í óhoyrt mongum eintøkum.