Havnardrongur í amerikanska herflotanum
Post Date: 05/01/2022
Listamaðurin Anker Eli Petersen hevur teknað hesa vøkrum myndina av “Havnardrongur í amerikanska herflotanum”.
Fyrri partur av dokumentarisku ljóðmyndini “Fýra føroysk systkin í Sacramento”. Vit hoyra um 21 ára gamli Nickels Joensen, sum skrivaði seg í 1879 inn í amerikanska herflotan.
21 ára gamla Nickels Joensen úr Havn skrivaði seg í 1879 inn til herflotamann í Boston í USA.
Hann sigldi runt alt Amerika, og var í 1881 lagdur inn á hernaðarsjúkrahús í Kalifornia.
Tjúgu ár seinni setti hann aftur kós móti Føroyum.
Burturúr skjølum, bløðum og brøvum fáa vit eina fatan av longu ferðini úr Føroyum til Kalifornia, hvussu systkini kláraðu seg, samskifti tey høvdu við beiggjan Hans Joensen í Havn, og hvussu gekst teimum øllum.
Magni Arge skipar fyri sendingunum, sum byggja á kanningararbeiði og keldutilfar úr Føroyum, Danmark og USA.