Frá stríðsárunum (9:15)
Petur á Steig var skipari og Alfred Jacobsen kokkur á ”Sólarris”, tá hon minusprongdist. Niels Juel endurgevur frágreiðingina hjá Petur á Steig úr Víkingasynum í sendingini.
Alfred Jacobsen var kokkur og yngsti maður, sum bjargaði sær á flakan. Hann sigur beinleiðis frá upplivingini, tá teir flutu 80 tímar á flaka, og hvussu teir lovaðu olmussu, um teir blivu bjargaðir.
Skonnartin ”Sólarris” úr Sandavági minusprongdist
Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.
Skonnartin ”Sólarris” úr Sandavági minusprongdist uttanfyri Seyðisfjørðin 19. august 1941 og sakk eftir tveimum minuttum. Manningin taldi átta mans – sjey úr Sandavági og ein úr Vestmanna – og bara tríggir mans bjargaðu sær á ein flaka.
Teir tríggir – Petur á Steig, Alfred Jacobsen og Dávur Magnussen – róku á flakanum í 80 tímar suður við Eysturlandinum av Dalatanga suður á Papey á flakanum. Teir sóu fleiri føroysk skip tætt hjá, men ongin sá teir. Eitt skipið var ”Henry Freeman”, sum eisini hoyrdi heima í Sandavági. Hinvegin eydnaðist teimum at lokka ein kóp til sín og sláa hann. Alfred Jacobsen helt, at blóðið úr kópinum átti lívið í teimum.
Hóast vónin um bjarging oftani brast, so vórðu teir bjargaðir, tá íslendski útróðrarbáturin ”Høfrungur” fekk eyga á teir og kom teimum til hjálpar.