Frá stríðsárunum (8:15)

Bólkur: Sendingar

 

Sørin Sørensen av Húsum var smyrjari umborð á ”Sjóborg”, tá hon minusprongdist í august 1941, og sigur frá hendingini.

Jákup Nielsen passaði vitan í Mykineshólmi, tá ein týskur flúgvari leyp á í august 1941. Ein kúla rakti Jákup í tjúkkan. Hann segði frá hendingini í 1974.

“Sjóborg” minusprongd og vitin í Mykineshólmi álopin

Niels Juel Arge leggur til rættis í 1981.

Hoyr sendingina her.

Í august mánaði kom eitt týskt flogfar inn yvir Tvøroyri og slepti fleiri bumbum eftir hvalaskipunum ”Suderø” og ”Sumbø”, men raktu ikki.

Tríggjar dagar seinni leyp eitt annað týskt flogfar á vitan og vitapassarahúsini í Mykinesi. Hann brúkti bæði bumbur og maskinbyrsur fortelur Hergeir Joensen, sum var konstituteraður vitameistari tá. Ein kúla rakti vitapassaran Jákup Nielsen í tjúkkan, sum segði frá ógvisligu hendingini úti í Mykineshólmi í samrøðu frá 1974.

”Kristianna” fór sama dag úr Íslandi, men spurdist ikki aftur og onki frættist frá skipinum.

”Sjóborg” minusprongdist 13. august 1941. Søren Sørensen sigur frá tilburðinum, og greitt verður frá tí sum skiparin Sigmund Mikkelsen greiddi frá í sjófrágreiðing.

Árni Michelsen sigur frá, tá ”Heykur” var á veg úr Havn inn á Skálafjørðin og var álopið av týskum flogfari.

Vælkomin at deila