Frá stríðsárunum (5:15)

Bólkur: Sendingar

Tað var stutt millum flogálopini í Føroyum og á føroysk skip várið 1941

Fleiri stríðsatgerðir og vaksandi ótti

Niels Juel Arge leggur til rættis í 1982.

Hoyr sendingina her.

Tað leikaði hart á í Føroyum og á siglingarleiðunum hjá føroyskum skipum mánaðarskifti mars/apríl 1941. í Havn lógu 20 skip, tí fólk fór av skipunum og tingast var við myndugleikar og reiðarar um at betra verjuna og úrtøkuna. Dánjal Klein var formaður í Fiskimannafelagnum og greiddi frá støðuni í skrivi.

Fútin bað kvinnur og børn rýma út á bygd, tí álopini vóru so títt á Havnina og skip har um leiðir.

Siglingin steðgaði kortini ikki upp, sum hjá íslendingum. Meinhard Danielsen á Nesi sigur frá, tá ”Lizzie” og ”Carlton” vóru álopnar.

Poul Juel (Rasmussen) í Grótinum var annar meistari umborð á ”Skálaberg”, tá  hann var álopin, og sigur frá hendingini.

Andreas á Marknagili var umborð á ”Svínoy”, ið var álopin við sama høvi. Hann sigur frá tí hendingini, og tá flogfar tveitti bumbur eftir ”Signhild”.

Poul Johannes Poulsen sigur eisini frá álopum á vitan í Akrabyrgi.

Vælkomin at deila