Á Slættanesi (2:2)

Bólkur: Sendingar

Á Slættanesi (seinna sending)  við Martin Eliassen, eisini nevndur Fuglafjarðar Martin.

Niels Juel Arge legði til rættis í 1978

 Hoyr seinna partin av sendingini her 

Ein summardag í 1978 fór Niels Juel Arge við Fuglafjarðar Martin til Slættanesar, og undir Stórheyggi tóku teir upp hesa samrøðuna um bygdina.

Á myndini standa Martin og Jenny frammanfyri húsini á Mørkini á Slættanesi. Ein reiðmaður tók myndina fyrst í áttatiárunum.

Martin giftist við Jenny Sofíu Frederikku Joensen í januar 1940. Jenny var fødd í 1914 dóttir Frants Joensen í Norðari Tøðu og Onnu Katrinu. Tey vóru níggju systkin –  sjey systrar og tveir brøður. Ein beiggi hennara var John Joensen, sum greiddi frá, tá Niels Juel sigldi úr Gásadali norður á Víkar.

Jenny og Martin búðu eitt skifti í skúlanum, áðrenn tey fóru í nýggj hús í 1949, sum Martin hevði bygt úti á Mørkini. Tey fingu fýra børn: Jutta (1941), Anna (1944), Frants (1948) og Alma (1952).

Í 1940 búðu 75 fólk á Slættanesi, men síðani fækkaðust tey. Martin og Jenny fluttu vóru millum tey síðstu, ið fluttu av Slættanesi. Fyrst til Vestmanna í 1963 og árið eftir til Havnar.

Martin doyði 75 ára gamal 14. november 1986 og Jenny doyði 94 ára gomul ólavsøkudag 2008.

Vælkomin at deila