Vinur mín í Vínlandi
Post Date: 21/04/2025
“Vinur mín í Vínlandi” – ein dokumentarisk ljóðmynd um Johannus Sámalson og konuna Agnes
Djóni í Geil yrkti eina vísu í 1874, sum hann kallaði “Vinur mín í Vínlandi”, um vinmannin Johannus Sámalson, sum flutti til Amerika við konuni Agnes tvey ár frammanundan. Í dokumentarisku ljóðmyndini leita vit fram upplýsingar um nýgifta parið úr Havn og teirra lagnu.
Magni Arge legði til rættis.