Niels Juel Arge á ferð við John Joensen fram við landi úr Gásadali norður á Víkar.

Runt um oyggjarnar: Úr Gásadali norð á Víkar (1:3)

Bólkur: Sendingar

Úr Gásadali norð á Víkar við John Joensen, 1. sending. Sending frá 1977 hjá Niels Juel Arge

Gásadalur er vestasta bygd í Vágum. Hon lá leingi uttan fast samband við umheimin. Gangast kundi upp um fjøll ella siglast til og úr bygdini, men lendingaviðurskiftini vóru trupul.

John Joensen í Gásadali sigur frá umstøðunum og greiðir frá søgum og staðarnøvnum fram við landinum norð á Víkar. Norðantil á oynni eru Víkar og Viðvík. Eitt skifti búðu fólk á Víkum. Viðvík beint eystanfyri var sera gott rekapláss.

Hoyr sendingina her.

Vælkomin at deila