Trina á Sandi – niðursetukvinna í Amerika (2:2)

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

“Trina á Sandi – niðursetukvinna í Amerika”, seinni partur av dokumentarisku ljóðmyndini Trina á Sandi, tað navnið skal minnast.

Vøkru myndina av Trinu á Sandi hevur listamaðurin Anker Eli Petersen evnað til.

Hoyr seinnu sendingina her.

Fleiri av børnunum hjá Trinu fluttu til Amerika, og tey fyrstu ommubørnini vóru fødd har yviri um aldarskiftið. Trina fóra aftaná teimum, tá hon var 56 ára gomul, og tey búsettu seg øll í niðursetubýnum Junction City í Oregon fyrst í nýggju øldini. Johan og Arina Hentze vóru eisini millum fyrstu niðursetufólkini í Junction City. Úr brævaskifti fylgja vit við hvussu tað gekk føroysku niðursetufólkunum, og hvussu Trina tað rann saman aftur millum Trinu og elsta sonin aftaná 15 – 20 ára skilnað.

Eisini í nýggja landinum var Trina eyðsýnd, og stór virðing var um hana í Junction City, har tey vanliga nevndu hana Grandma Jacobsen. Hon gloymdi kortini ikki føroyska upprunan, og ommusonurin Arnold fortelur hvussu ein serlig heilsan á 80 ára føðingardegnum hjá Trinu, fekk hann at knýta bond til skilfólk í Føroyum.

Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.

Vælkomin at deila