Trina á Sandi – einkja í tjóðskaparstríði (1:2)

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

“Trina á Sandi – einkja í tjóðskaparstríði” kallast fyrri partur av dokumentariskari ljóðmynd um Trinu Winther av Sandi

Vøkru myndina av Trinu á Sandi hevur listamaðurin Anker Eli Petersen evnað til.

Hoyr fyrru sendingina her.

Hon hevði kanska størri týdning fyri okkara tjóðskaparanda og sjálvbjargnisstarv enn nakar annar, segði Jóannes Patursson um Trinu á Sandi, tá hann umrøddi føringafelagstíðina á tingi í 1923.

Áhugin var stórur fyri máli, mentan og politikki á føroyskari grund, eins og fyri Grundtvík og háskúlarørsluni í heiminum har hon vaks upp.

Hon giftist til Havnar á ungum árum, men sat einkja við fimm børnum longu, tá hon var 31 ár.

Heima hjá henni hittust oddafólkini í tjóðskaparrørsluni fram til aldarskiftið 1900.

Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.

Vælkomin at deila