Havnarmaðurin og heimsborgarin Jóa Pól (1:2)
Anker Eli ímyndar sær Jóa Pól eina snimma morgunstund, uml. 1904, ferga ferðafólk í land av damparanum M/S Ceres hjá DFDS.
Ljóðmynd um eina sjáldsama og hugtakandi sjómanslagnu.
Tað er ikki hvør maður, sum fær føðingardagsheilsu á forsíðuni á Dimmalætting, men tað gjørdi havnarmaðurin Poul Poulsen, sum vanliga varð nevndur Jóa Pól, tá hann fylti 75 ár í november 1960.
Bløðini skrivaðu um óvanligu lagnuna hjá Jóa Póli, sum á ungum árum var fergumaður í Havn, men seinni fór út í heim at sigla og ofta var har, sum harðast leikaði á, tá heimurin stóð í einum eldi av kríggi og orrustu. Tá hann í millumbilum var heima, sást tann fryntligi havnarmaðurin ofta millum lossingarmenn á kaiini í Havn.
Í fyrru sendingini hoyra vit um fergumenninar í Havn. Vit hoyra Jóa Pól siga frá um Havnina um aldarskiftið og um tey fyrstu árini, hann var til skips og fór út í heim at sigla.
Í seinnu sendingini sigur Jóa Pól millum annað frá orrustum og hendingum undir seinna heimsbardaga. Hann var eitt nú við amerikanska herflotanum í Guam og Iwo Jima og fegnaðist um sigurin á Japan á dansigólvinum í sjálvum Hollywood.
Sendingarnar byggja m.a. á samrøðu, sum Niels Juel Arge gjørdi við Jóa Pól í 1957, frásøgn um krígssiglingina í bókini ”Teir Sigldu úti” og hugleiðingina ”Horvnar Havnamyndir,” sum Maurentius Viðstein skrivaði um fergumenninar í Havn.
Magni Arge legði sendingina til rættis, og Finnur Hansen stóð fyri tí tekniska.