Tá kalsoyingar høvdu tog á frú Rein úr Havn

Bólkur: Á breddanum, Sendingar

Niels og Hansina Rein búðu handan Á við Landavegin. Tey fingu sjey børn. Hansina tók læraraprógv í 1899 og var 82 ár, tá hon gavst sum lærari í 1963.

 

Sendingin byggir á eina samrøðu millum Hansinu Rein og Niels Juel Arge frá 1966

Hoyr sendingina her.

Í sendingini hoyra vit Hansinu Rein siga frá. Hansina Rein (upprunaliga Christiansen) var fødd í Havn 1881 og millum fáu kvinnurnar, sum nam sær útbúgving fyri aldarskiftið. Tá sluppu gentur ikki í realskúla, so foreldrini Luddi í Dali og Elsba í Horni eggjaðu døtrunum til at fara á læraraskúla.

Hansina sigur frá ymsum úr gomlu Havnini, og tá hon um aldarskiftið 1900 gekk millum bygda í Kalsoynni at røkja lærarastarv har. Hon mintist eisini ommuna siga frá tíðini, tá tey vevaðu teppir til útflutnings hjá Pram Gad presti í Sandagerði um 1830.

Í sendingini hoyra vit eisini brot úr Teppivísuni, sum Pram Gad yrkti.

Vælkomin at deila