Lisa Jacobsen (Lisa hjá Eliseus) (2:4)
Í 1987 hitti Niels Juel Elisu Mariu Jacobsen (1899-1992) í Klaksvík – ella Lisu hjá Eliseusi, sum hon oftast varð kallað. Á myndini er hon komin væl upp í árini, so myndin er helst tikin um 1990. Lisa dugdi so sjáldsama væl at siga frá og greiddi frá ymsum, sum hon mintist, í fýra sendingum i 1987.
Hoyr annan part av sendingini her
Jákup Andreasen skrivaði um Lisu í 2023: Elspa omma á Trøllanesi og Lisa vóru vinkonur ígjøgnum eitt langt lív. Omma varð ættað úr Leirvík, og har kom Lisa at vaksa upp hjá teimum við Keldu frá tí, at hon var um 5 ára gomul. Eftir at abbi og omma á Trøllanesi fluttu inn til foreldur míni at búgva miðskeiðis í 1960unum, sóust tær báðar næstan dagliga. Omma var fødd í 1898 og doyði í 1991. Lisa varð fødd í Fuglafirði í 1899 og doyði í 1992, so tær vóru nakað javngamlar, tá tær doyðu.
Lisa og maðurin Eliseus, sum varð ættaður av Bakkanum á Syðradali, giftust í 1927. Tey fingu ongi børn, men Maud Heinesen, sum var dóttir Otto og Onnu Brimheim, og Jógvan Tróndheim, sum var sonur Mariu og Jakku Tróndheim, vuksu upp hjá teimum.